Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Børn og snildfonir – 1. partur: Skal eg lata sonin ella dóttrina fáa eina snildfon?

Børn og snildfonir – 1. partur: Skal eg lata sonin ella dóttrina fáa eina snildfon?

Fleiri og fleiri børn hava eina snildfon, * og nógv av teimum fara á internetið við henni, meðan tey eru einsamøll á kamarinum. Hvat kann vera vandin við at lata sonin ella dóttrina fáa eina snildfon? Hvørjir eru fyrimunirnir? Hvussu leingi skulu tey sleppa at sita við telefonini?

 Hvat skalt tú vita?

Fyrimunirnir

  • Trygg børn, rólig foreldur. Bethany, sum er mamma at tveimum tannáringum, sigur: „Tað er farligt at liva í dag, og tí er tað vigtigt, at børn kunnu ringja til foreldrini.“

    Ein mamma, sum eitur Catherine, nevnir ein fyrimun aftrat: „Við summum appum ber tað til at síggja, hvar børnini eru.“

  • Samskifti við lærararnar. „Við telduposti ella sms-boðum fáa børn at vita, hvat tey hava fyri, og soleiðis kunnu tey eisini samskifta við lærararnar,“ sigur ein mamma, sum eitur Marie.

Vansarnir

  • For nógv skermtíð. Nógv ung sita við telefonini í fleiri tímar um dagin. Og foreldur brúka líka nógva tíð framman fyri einum skermi, sum tey brúka til at tosa við børnini hjá sær. Í summum húskjum er tað blivið soleiðis, sum ein serfrøðingur lýsir tað, at tey „sita sum fremmand í sama rúmi við hvør sínum tóli“. *

  • Pornografi. Mett verður, at meira enn helvtin av øllum tannáringum leita eftir pornografi hvønn mánað. Og tað er ikki so løgið, tá ið mann hugsar um, hvussu lætt tað er at finna við einari snildfon. William, sum er pápi at tveimum tannáringum, sigur: „Tá ið foreldur lata børnini sleppa at hava eina snildfon, kunnu tey uttan at vilja tað geva børnunum møguleika fyri at síggja pornografi, hvar tey so eru.“

  • Mann kann blíva bundin. Nógv eru fullkomiliga knýtt at telefonini hjá sær. Viss tey ikki finna hana, kunnu tey fara í panikk, blíva desperat ella enntá føla seg sjúk. Nøkur foreldur siga, at børnini verða ófólkalig, tá ið tey sita við telefonini hjá sær. Carmen sigur: „Viðhvørt tá ið eg tosi við sonin hjá mær, snerkir hann at mær ella svarar mær ljótt aftur, tí hann er irriteraður um, at eg bróti hann av.“

  • Aðrir vansar. Tá ið børn brúka eina snildfon, er vandi fyri happing á netinum, og at tey senda boð aftur og fram við ónærisligum innihaldi. Tað kann eisini hava heilsutrupulleikar við sær, av tí at tey ofta sita illa ella sova ov lítið. Nøkur ung brúka eina falska app, sum sær óskyldig út og til dømis líkist einari roknimaskinu, fyri at krógva nakað, sum tey ikki vilja, at foreldrini skulu síggja.

    Daniel, sum eigur eina hálvvaksna dóttur, sigur tað soleiðis: „Við einari snildfon sleppur tú framat øllum, sum internetið hevur at bjóða, bæði tí góða og tí ringa.“

 Hvat skalt tú spyrja teg sjálvan um?

  • ’Hevur sonurin ella dóttirin brúk fyri einari snildfon?’

    Bíblian sigur: „Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ (Orðtøkini 14:15) Við hesum í huga kanst tú spyrja teg sjálvan:

    ’Hevði tað verið skilagott, at sonurin ella dóttirin fekk eina snildfon, tá ið hugsað verður um trygd og annað? Havi eg hugsað nóg væl um bæði fyrimunir og vansar? Eru nakrir aðrir møguleikar?’

    Ein pápi, sum eitur Todd, sigur: „Tað ber enn til at keypa eina telefon, sum ikki er ein snildfon, og við henni kanst tú bæði skriva og ringja til barnið. Tú sparir eisini nógvar pengar.“

  • ’Er sonurin ella dóttirin til reiðar at taka ábyrgd?’

    Bíblian sigur: „Vísdómur hins klóka er, at hann skilir veg sín.“ (Orðtøkini 14:8) Við hesum í huga kanst tú spyrja teg sjálvan:

    ’Kann eg líta á sonin ella dóttrina? Tosa vit longu væl saman? Sigur sonurin ella dóttirin altíð sannleikan, til dømis um hvørjar vinir hann ella hon hevur? Duga tey longu at stýra sær, tá ið talan er um onnur tól, til dømis um sjónvarpið, ein teldil ella eina farteldu?’ Ein mamma, sum eitur Serena, sigur: „Ein snildfon er sera nyttulig, men kann eisini vera sera vandamikil. So minst til ábyrgdina, tú gevur einum barni, sum ikki hevur serliga nógvar royndir.“

  • ’Eri eg til reiðar at taka ábyrgd?’

    Bíblian sigur: „Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga!“ (Orðtøkini 22:6) Við hesum í huga kanst tú spyrja teg sjálvan:

    ’Veit eg nóg nógv um telefonina, so eg fái hjálpt soninum ella dóttrini at skilja, hvørjir vandar kunnu vera, og hvussu mann sleppur undan teimum? Dugi eg at stilla hana soleiðis, at tað eri eg, sum stýri, hvat børnini kunnu brúka hana til og ikki? Hvussu kann eg hjálpa teimum at brúka telefonina við skili?’ „Tíverri hava nógv foreldur bara givið børnunum hjá sær eina snildfon og hareftir slept teimum upp á fjall,“ sigur Daniel, ein pápi, sum er nevndur fyrr í greinini.

Niðurstøðan: Børn mugu læra at brúka eina snildfon við skili. Bókin Indistractable sigur: „Vit kunnu ikki vænta, at børn klára at standa ímóti freistingini at sita alt ov leingi við slíkum tólum, serliga um foreldrini ikki ansa eftir og ongar reglur seta.“

^ par. 1 Í hesi greinini vísir ein „snildfon“ til eina fartelefon, sum hevur internetatgongd.

^ par. 7 Úr bókini Disconnected, eftir Thomas Kersting.