Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um líkbrenning?

Hvat sigur Bíblian um líkbrenning?

Bíblian svarar

 Bíblian hevur onga serliga leiðbeining um líkbrenning. Hon gevur eingi boð um jarðarferð ella líkbrenning.

 Í Bíbliuni eru dømi um trúfastar tænarar hjá Gudi, sum jarðaðu síni deyðu. Til dømis gjørdi Ábraham sær stóran ómak fyri at tryggja sær ein gravstað til konu sína, Sáru. – 1. Mósebók 23:2-20; 49:29-32.

 Bíblian nevnir eisini trúføst menniskju, sum brendu leivdirnar av sínum deyðu. Eitt dømi er tað, sum hendi, tá ið Saul kongur í Ísrael og tríggir synir hansara vórðu dripnir í bardaga. Í fyrstuni lógu líkini eftir hjá fíggindanum og vórðu vanærd. Tá ið nakrir trúfastir ísraelitiskir hermenn hoyrdu um tilburðin, fóru teir aftur eftir líkunum, brendu tey og jarðaðu leivdirnar. (1. Sámuelsbók 31:8-13) Sambært Bíbliuni var tað í lagi at bera seg soleiðis at við líkunum. –  2. Sámuelsbók 2:4-6.

Misskiljingar viðvíkjandi líkbrenning

 Misskiljing: Líkbrenning vanærir tann deyða kroppin.

 Sannroynd: Bíblian sigur, at tey, sum doyggja, verða mold aftur, soleiðis sum tað er natúrligt, tá ið ein deyður kroppur rotnar. (1. Mósebók 3:19) Líkbrenning skundar undir gongdina við at gera kroppin til øsku.

 Misskiljing: Á Bíbliunnar døgum vóru bara tey, sum Gud var misnøgdur við, brend eftir deyðan.

 Sannroynd: Nøkur trúleys, sum til dømis Akan og familja hansara, vórðu brend eftir deyðan. (Josva 7:25) Men hetta var eitt undantak heldur enn ein regla. (5. Mósebók 21:22, 23) Sum áður nevnt vórðu eisini trúføst menniskju brend eftir deyðan, sum til dømis Jónatan, sonur Saul kong.

 Misskiljing: Líkbrenning forðar Gudi í at reisa fólk upp frá deyðum.

 Sannroynd: Tá ið tað snýr seg um at reisa upp frá deyðum, ger tað ongan mun hjá Gudi, um eitt menniskja er jarðað, brent, druknað ella etið av villum djórum. (Opinberingin 20:13) Hin alvaldi Gud kann meir enn so geva tí deyða ein nýggjan kropp í uppreisnini. – 1. Korintbræv 15:35, 38.