Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um tatoveringar?

Hvat sigur Bíblian um tatoveringar?

Bíblian svarar

 Í Bíbliuni verða tatoveringar bara nevndar eina ferð, og tað er í 3. Mósebók 19:28: „Tit mugu ikki ... rista tykkum merki [tatoveringsmerki, New World Translation] í húðina.“ Hetta vóru eini boð, sum Gud gav tjóðini Ísrael fyri at gera mun á henni og grannatjóðunum, har fólk tatoveraðu húðina við nøvnum ella ímyndum av gudum sínum. (5. Mósebók 14:2) Henda lógin, sum varð givin ísraelsfólki, er ikki galdandi fyri kristin, men meginreglurnar, sum lógin byggir á, eru verdar at hugsa nærri um.

Er tað í lagi, at kristin fáa sær eina tatovering?

 Hesi bíbliuørindini kunnu hjálpa tær at taka eina skilagóða avgerð:

  •   „Kvinnurnar skulu skrýða seg ... við blúgv [ella: lítillæti].“ (1. Timoteusarbræv 2:9) Henda meginreglan er galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Vit eiga at vísa virðing fyri kenslunum hjá øðrum og ikki royna at fáa óneyðugt uppmerksemi.

  •   Nøkur fáa sær eina tatovering, tí tey vilja vísa, hvørji tey eru, meðan onnur gera tað fyri at vísa, at tey sjálv hava rætt at ráða yvir sínum egna kroppi. Men Bíblian sigur: „[Berið] fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur.“ (Rómbrævið 12:1) Tú mást altso brúka títt vit og skil, um tú umhugsar at fáa eina tatovering. Hevur tú hug til tað, bara tí tað er smart beint nú, ella tí tú vilt vísa títt tilknýti til ein ávísan bólk? Um so er, mást tú minnast til, at tínar kenslur kanska ikki eru líka varandi sum tatoveringin. At hugsa um, hví tú vilt hava eina tatovering, kann hjálpa tær at taka eina skilagóða avgerð. – Orðtøkini 4:7.

  •   „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.“ (Orðtøkini 21:5) Nógv fáa sær eina tatovering uttan at hugsa seg serliga væl um, men tað kann hava langtíðar ávirkan á sambandið við onnur og møguleikan at fáa arbeiði. Og tað kann bæði vera dýrt og pínufult at fáa eina tatovering burtur aftur. Kanningar og vaksandi marknaðurin fyri burturbeining av tatoveringum vísa, at nógv fyrr ella seinni angra, at tey hava fingið eina tatovering.