Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um vreiði?

Hvat sigur Bíblian um vreiði?

Bíblian svarar

 Bíblian lærir, at um vit ikki duga at stýra okkara vreiði, er tað skaðiligt, bæði fyri okkum sjálv og tey, sum vit eru saman við. (Orðtøkini 29:22) Hóast tað ber til at rættvísgera vreiði viðhvørt, sigur Bíblian, at tey, sum ofta fáa illsinnisherðindi, ikki verða frelst. (Galatiabrævið 5:19-21) Í Bíbliuni eru meginreglur, sum kunnu hjálpa fólki at fáa tamarhald á sínari vreiði.

 Er tað altíð skeivt at verða illur?

 Nei. Í summum førum er tað í lagi at verða illur. Til dømis „kom ógvuliga ilt“ í trúfasta mannin Nehemias, tá ið hann frætti, at hansara trúarfelagar blivu kúgaðir. – Nehemias 5:6.

 Viðhvørt verður Gud illur. Tá ið fólk hansara í forðum til dømis breyt sáttmálan um bara at tæna honum og fór at tilbiðja falskar gudar, „tendraðist vreiði HARRANS“. (Dómararnir 2:13, 14) Men vreiði er kortini ikki nakað, sum eyðkennir Jehova Gud. Hansara vreiði er altíð rættvís, og hann hevur altíð tamarhald á henni. – 2. Mósebók 34:6; Esaias 48:9.

 Nær er tað skeivt at verða illur?

 Tað er skeivt at verða illur, tá ið vit ikki hava tamarhald á okkara vreiði, ella tá ið vit eru ill av órøttum – og soleiðis er tað ofta hjá ófullkomnum menniskjum. Nøkur dømi:

  •   Tað „kom ógvuliga ilt í Káin“, tá ið Gud vrakaði hansara offur. Káin læt sína vreiði festa røtur, og tað hevði við sær, at hann drap beiggja sín. – 1. Mósebók 4:3-8.

  •   „Ilt kom í“ profetin Jónas, tá ið Gud vísti ninevemonnum miskunn. Gud hevði at Jónasi og segði við hann, at tað ikki var „beint av [honum] at vera so illur“, og at hann átti at tikið synd í teimum angrandi syndarunum. – Jónas 3:10 – 4:1, 4, 11. a

 Hesi dømini vísa, at vreiðin hjá ófullkomnum menniskjum ikki ’avrikar tað, sum rætt er fyri Gudi’. – Jákupsbrævið 1:20.

 Hvussu kanst tú fáa tamarhald á tínari vreiði?

  •   Viðurkenn, at tað er vandamikið ikki at hava tamarhald á vreiði. Nøkur halda, at tað er tekin um styrki at geva sínari vreiði fríar teymar. Men í roynd og veru hava tey, sum ikki fáa stýrt sínari vreiði, ein álvarsligan veikleika. „Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum.“ (Orðtøkini 25:28; 29:11) Tá ið vit hinvegin gera nakað fyri at fáa tamarhald á okkara vreiði, er tað tekin um styrki og skil. (Orðtøkini 14:29) Bíblian sigur: „Hin tolni er betri enn veldigur kappi [ella: hetja].“ – Orðtøkini 16:32.

  •   Fá tamarhald á vreiðini, áðrenn tú gert nakað, tú fert at angra. Í Sálmi 37:8 stendur: „Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!“ Legg til merkis, at vit hava eitt val, tá ið vit verða ill – vit kunnu velja at lata illsinni fara, so vit ikki gera nakað „ilt“. Efesusbrævið 4:26 sigur: „Verða tit ill, so syndið ikki.“

  •   Rým, um tað ber til, áðrenn tú verður alt ov illur. „At byrja stríð er sum at opna fyri vatni,“ sigur Bíblian. „Halt tí uppat við trætu, áðrenn nakar vísir tenn!“ (Orðtøkini 17:14) Hóast tað er gott at loysa ósemjur skjótast gjørligt, er kanska neyðugt, at bæði tú og hin parturin mugu sissa tykkum, áðrenn tað ber til at tosa friðarliga um trupulleikan.

  •   Hugsa um allar síður av málinum. „Klókskapur menniskjans ger hann tolnan,“ stendur í Orðtøkunum 19:11. Tað er skilagott at hugsa um allar síður av einum máli, áðrenn vit gera eina niðurstøðu. Tá ið vit lurta eftir øllum, sum hevur við málið at gera, er tað minni sannlíkt, at vit verða ill av órøttum. – Jákupsbrævið 1:19.

  •   Bið um at fáa frið í sinnið. Bøn kann geva tær ’frið Guds, sum stígur upp um alt vit’. (Filippibrævið 4:7) Vit kunnu biðja um at fáa Guds heilaga anda, sum kann hjálpa okkum at menna eginleikar sum frið, tol og sjálvstamarhald. – Lukas 11:13; Galatiabrævið 5:22, 23.

  •   Hugsa um, hvørjum tú ert saman við. Vit hava lyndi til at líkjast teimum, sum vit eru saman við. (Orðtøkini 13:20; 1. Korintbræv 15:33) Bíblian gevur okkum hesa ávaringina: „Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann.“ Hví? „Fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!“ – Orðtøkini 22:24, 25.

a Tað sær út til, at Jónas lurtaði eftir Gudi og slepti sínari vreiði, tí Gud læt hann skriva ta bókina í Bíbliuni, sum ber hansara navn.