Far beinleiðis til innihaldið

Hevur Gud eitt navn?

Hevur Gud eitt navn?

Bíblian svarar

 Øll hava eitt navn. Man Gud so ikki eisini hava eitt navn? Tað er ein sjálvfylgja, at vinir kenna og brúka nøvnini hjá hvørjum øðrum. Skuldi tað verið øðrvísi, tá ið talan er um okkara vinalag við Gud?

 Hóast Gud hevur nógv heiti, eitt nú „hin Alvaldi“, „Harri“ og ’skapari’, fáa hansara tænarar tann heiður at brúka hansara persónliga navn. – 1. Mósebók 17:1; Ápostlasøgan 4:24; 1. Pætursbræv 4:19.

 Í nógvum bíbliutýðingum stendur Guds persónliga navn í 2. Mósebók 6:3. Har stendur: „Fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi opinberaði Eg Meg sum Gud hin Alvaldi, men undir navni Mínum HARRIN a var Eg ikki kendur av teimum.“

 Jehova er ein endurgeving av Guds navni, sum hevur verið brúkt í øldir. Nógvum bíbliugranskarum dámar best stavsetingina „Jahve“, men Jehova er kortini tað sniðið av navninum, sum er best kent. Fyrsti parturin av Bíbliuni varð skrivaður á hebraiskum, sum verður lisið frá høgru til vinstru. Á tí málinum verður navnið endurgivið við fýra hjáljóðum, יהוה. Hesir fýra hebraisku bókstavirnir – umstavaðir JHVH – eru kendir sum tetragrammið.

a Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve.