Far beinleiðis til innihaldið

Loyvir Bíblian hjúnaskilnaði?

Loyvir Bíblian hjúnaskilnaði?

Bíblian svarar

 Bíblian loyvir hjúnaskilnaði. Men Jesus gav bara eina gildiga grund til hjúnaskilnað. Hann segði: „Tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor [sex uttan fyri hjúnabandið], og giftist við aðrari, drívur hor.“ – Matteus 19:9.

 Gudi dámar ikki, at hjún lata seg skilja av sjálvsøknum orsøkum. Hann hatar tað. Og hann dregur tey til svars, sum fara frá hjúnafelagnum uttan bíbilska grund, serliga um tey gera tað fyri at fáa ein annan maka. – Malakias 2:13-16; Markus 10:9.