Far beinleiðis til innihaldið

Hvat eru jødisku páskirnar?

Hvat eru jødisku páskirnar?

Bíblian svarar

 Páskirnar a eru ein jødisk høgtíð til minnis um, at Gud fríaði ísraelsfólk úr trældómi í Egyptalandi í ár 1513 f.o.t. Gud gav ísraelsfólki boð um at minnast hesa týðandi hendingina á hvørjum ári tann 14. dagin í jødiska mánaðinum abib, sum seinni bleiv róptur nisan. – 2. Mósebók 12:42; 3. Mósebók 23:5.

Hví verður henda høgtíðin rópt páskir?

 Orðið „páskir“ stavar frá einum hebraiskum orði, sum merkir „at leypa um“. Orðingin vísir til ta ferðina, tá ið Gud fríaði ísraelsfólk undan vanlukkuni, sum drap alt frumborið í Egyptalandi. (2. Mósebók 12:27; 13:15) Áðrenn Gud sendi hesa pláguna, bað hann ísraelsfólk smyrja blóð av einum dripnum lambi á durastavirnar. (2. Mósebók 12:21, 22) Gud fór at síggja hetta teknið og leypa húsini hjá teimum um, so teirra frumbornu ikki doyðu. – 2. Mósebók 12:7, 13.

Hvussu vórðu páskirnar hildnar á Bíbliunnar døgum?

 Gud gav ísraelsfólki boð um, hvussu tær fyrstu páskirnar skuldu haldast. b Nakað av tí, sum varð gjørt í sambandi við páskirnar, sum eru nevndar í Bíbliuni, er hetta:

  •   Offur. Familjur valdu eitt veturgamalt lamb tann tíggjunda dagin í abib (nisan) mánaði, og 14. dagin drópu tey tað. Fyrstu ferð páskirnar vórðu hildnar, smurdu jødarnir nakað av blóðinum á durastavirnar og duratræið, stoktu dýrið heilt og ótu tað. – 2. Mósebók 12:3-9.

  •   Máltíð. Sum ein partur av páskamáltíðini ótu tey ósúrgað breyð og beiskar urtir aftur við lambinum. – 2. Mósebók 12:8.

  •   Høgtíð. Eftir páskirnar hildu tey ’høgtíð hina ósúrgaðu breyða’, sum vardi í sjey dagar, og teir dagarnar ótu tey ikki súrgað breyð. – 2. Mósebók 12:17-20; 2. Krønikubók 30:21.

  •   Undirvísing. Á páskum nýttu foreldur høvið at læra børnini um Jehova Gud. – 2. Mósebók 12:25-27.

  •   Ferðir. Seinni í tíðini ferðaðust tey til Jerusalem at halda páskirnar. – 5. Mósebók 16:5-7; Lukas 2:41.

  •   Aðrir siðir. Á døgum Jesusar var vín og sangur partur av páskahaldinum. – Matteus 26:19, 30; Lukas 22:15-18.

Misskiljingar í sambandi við páskirnar

 Misskiljing: Ísraelsmenn ótu páskamáltíðina tann 15. nisan.

 Sannroynd: Gud bað ísraelsmenn drepa eitt lamb beint eftir sólsetur tann 14. nisan og eta tað sama kvøld. (2. Mósebók 12:6, 8) Teir roknaðu samdøgrið frá sólsetri til sólsetur. (3. Mósebók 23:32) Ísraelsmenn drupu altso lambið og ótu páskamáltíðina, beint tá ið 14. nisan byrjaði.

 Misskiljing: Kristin skulu halda páskirnar.

 Sannroynd: Eftir at Jesus hevði hildið páskirnar tann 14. nisan í ár 33, stovnaði hann eina nýggja høgtíð, sum verður rópt kvøldmáltíð Harrans. (Lukas 22:19, 20; 1. Korintbræv 11:20) Henda høgtíðin kom í staðin fyri páskirnar, av tí at hon verður hildin til minnis um ofrið hjá ’páskalambi okkara, Kristusi’. (1. Korintbræv 5:7) Ofrið hjá Jesusi hevur størri virði enn jødiska páskaofrið, tí hansara offur fríar øll menniskju frá synd og deyða. – Matteus 20:28; Hebrearabrævið 9:15.

a Henda greinin snýr seg bara um jødisku páskirnar, ikki um páskirnar, sum nógv kristin halda í dag.

b Sum frá leið, var tó neyðugt at gera nakrar broytingar. Til dømis vórðu fyrstu páskirnar hjá ísraelsfólki hildnar „í skundi“, tí tey máttu vera klár at fara út úr Egyptalandi. (2. Mósebók 12:11) Men tá ið tey komu til tað lovaða landið, var ikki neyðugt hjá teimum at halda páskirnar í skundi.