Far beinleiðis til innihaldið

Hvør er yvireingilin Mikael?

Hvør er yvireingilin Mikael?

Bíblian svarar

 Tað er týðiligt, at Jesus varð róptur Mikael, áðrenn hann kom niður á jørðina, og hann bleiv eisini róptur Mikael, tá ið hann kom aftur til himmals. a Í Bíbliuni lesa vit, at Mikael trætaðist við Satan, aftan á at Móses var deyður, og at hann hjálpti einum eingli at bera Dánieli profeti ein boðskap frá Gudi. (Dániel 10:13, 20; Judasarbrævið 9) Navnið Mikael merkir „hvør er sum Gud?“ og yvireingilin Mikael livir upp til sítt navn, tí hann forsvarar Guds stjórn og berjist við Guds fíggindar. – Dániel 12:1; Opinberingin 12:7.

 Fleiri orsøkir eru til at siga, at Jesus er yvireingilin Mikael. Hugsa um hetta:

  •   Mikael er ’yvireingilin’. (Judasarbrævið 9) Heitið „yvireingil“ stendur bara tvær ferðir í Bíbliuni. Tað stendur í eintali í báðum førum, og tað týðir upp á, at tað bara er ein eingil, sum ber tað heitið. Tað eina bíbliuørindið sigur, at tann upprisni Jesus skal „koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils“. (1. Tessalonikabræv 4:16) Grundin til, at Jesus tosar „við rødd yvireingils“, er heilt einfalt, at hann er yvireingilin Mikael.

  •   Mikael leiðir ein her av einglum. „Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan,“ Satan. (Opinberingin 12:7) Mikael hevur stóran myndugleika í andaheiminum, tí hann verður róptur „ein hin fremsti høvdingin“ og „stóri høvdingi“. (Dániel 10:13, 20; 12:1) Hesi heitini vísa, at Mikael er „leiðarin yvir einglaherunum“, sum David E. Aune, granskari í Nýggja testamenti, orðar tað.

     Umframt Mikael er Jesus tað einasta navnið, sum Bíblian brúkar um ein, sum hevur myndugleika yvir einum heri av einglum. Hon sigur: „Harrin Jesus opinberast av Himli við einglum veldis Síns, við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir“ ólýðin menniskju. (2. Tessalonikabræv 1:7, 8; Matteus 16:27) Jesus fór ’upp til Himmals, og honum eru einglar, vøld og kreftir undirløgd’. (1. Pætursbræv 3:21, 22) Tað hevði verið løgið, um Gud hevði sett Mikael og Jesus yvir hvør sín her av einglum, sum skuldu stríðast ímóti hvørjum øðrum. Tað er meira sannlíkt, at bæði nøvnini sipa til ein og sama persón.

  •   Mikael skal „stíga fram“ í eini „trongdartíð“. (Dániel 12:1) Í upprunaliga hebraiska tekstinum í Dániels bók verður orðingin at „stíga fram“ ofta brúkt til at lýsa, hvussu ein kongur fremur eina týdningarmikla gerð. (Dániel 11:2-4, 21) Sum „kongur konga“ fer Jesus Kristus, ið er „Orð Guds“, at fremja eina týdningarmikla gerð, tá ið hann beinir fyri øllum fíggindum Guds og verjir hansara fólk. (Opinberingin 19:11-16) Tað fer hann at gera í eini tíð við stórari „trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til“. – Matteus 24:21, 42.

a Bíblian nevnir eisini onnur dømi um persónar, sum høvdu fleiri nøvn. Til dømis verður Jákup róptur Ísrael, Pætur verður róptur Símun, og Taddeus verður róptur Judas. – 1. Mósebók 49:1, 2; Matteus 10:2, 3; Markus 3:18; Ápostlasøgan 1:13.