Far beinleiðis til innihaldið

TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | JÓNATAN

Teir gjørdust góðir vinir

Teir gjørdust góðir vinir

 Stríðið var av, og so við og við gjørdist aftur friðarligt í Eikidali. Tjøldini í hermannaleguni blaktraðu í seinnapartslotinum, meðan Saul kongur hevði móttøku. Elsti sonur hansara, Jónatan, var hjástaddur, og tað var ein ungur hirði eisini, sum alspentur fortaldi, hvat hann júst hevði upplivað. Ungi maðurin var Dávid, og hann var fullur av eldhuga. Saul lurtaði hugtikin og vildi hava alt við, sum Dávid segði. Men Jónatan, hvat hugsaði hann? Hann hevði fleiri ferðir sigrað tey mongu árini, hann hevði tænt Jehova sum hermaður. Men í dag var tað hesin ungi maðurin, sum hevði sigrað, ikki hann. Dávid hevði dripið Goliat, risan! Var Jónatan øvundsjúkur, nú Dávid fekk allan heiðurin?

 Tú verður kanska bilsin, tá ið tú hoyrir, hvørja ávirkan alt hetta hevði á Jónatan. Vit lesa: „Táið Dávid var liðugur at tosa við Saul, varð hjarta Jónatans so bundið at hjarta Dávids, at hann elskaði hann sum sína egnu sál.“ Jónatan gav Dávidi herklæðini hjá sær, eisini bogan – og tað var ikki eiti á gáva, tí Jónatan var ein víðagitin bogaskjútti. Jónatan og Dávid gjørdu ein hátíðarligan sáttmála sínámillum, ið knýtti teir saman sum vinir, ið altíð skuldu stuðla og hjálpa hvørjum øðrum. – 1. Sámuelsbók 18:1-5.

 Soleiðis byrjaði eitt hitt sterkasta vinalagið í allari Bíbliuni. Fólk, sum trúgva á Gud, skilja týdningin av at hava góðar vinir. Um vit velja okkara vinir við skili og sjálv eru góðir og trúfastir vinir, kunnu vit styrkja okkara trúgv í hesi kærleiksleysu tíð. (Orðtøkini 27:17) Latið okkum nú vita, hvat Jónatan kann læra okkum um vinskap.

Grundarlagið fyri vinskapi

 Hvussu kundu Jónatan og Dávid gerast vinir eftir so stuttari tíð? Svarið hevur nakað at gera við grundarlagið, sum hetta vinalagið varð bygt á. Minst til bakgrundina. Jónatan var í eini truplari støðu. Pápi hansara, Saul kongur, var so líðandi broyttur í ólukku máta. Hann, sum fyrr hevði verið ein eyðmjúkur og lýðin maður við sterkari trúgv, var nú blivin ein stoltur og ólýðin kongur. – 1. Sámuelsbók 15:17-19, 26.

 At Saul var so nógv broyttur, má hava harmað Jónatan nógv, tí hann var tætt knýttur at pápa sínum. (1. Sámuelsbók 20:2) Jónatan hevur helst hugsað um, hvussu pápi hansara kundi koma tjóðini, sum Jehova hevði valt sær, í óføri. Fór kongurin við sínum ólýdni at villleiða fólkið, so Jehova misti tolið við tí? Tað er einki at ivast í, at hetta var ein trupul tíð hjá einum trúgvandi manni sum Jónatani.

 Við hesum í huga skilja vit kanska betur, hví Jónatan kendi seg drignan at tí unga Dávidi. Jónatan sá, hvussu sterka trúgv Dávid hevði. Minst til, at Dávid, ólíkur monnunum í herinum hjá Sauli, ikki læt seg ræða av, at Goliat var risastórur. Hann hugsaði, at um hann stríddist í navni Jehova, so fór hann at vera nógv sterkari enn Goliat við øllum sínum vápnum. – 1. Sámuelsbók 17:45-47.

 Nøkur ár frammanundan hevði Jónatan hugsað akkurát tað sama. Hann hevði verið vísur í, at tveir mans – hann og vápnasveinur hansara – kundu leypa á eina heila deild av vápnaðum hermonnum og vinna. Hví? „Einki forðar HARRANUM at geva sigur, hvussu nógvir ella fáir ið so eru,“ segði Jónatan. (1. Sámuelsbók 14:6) Jónatan og Dávid høvdu tí nógv í felag, millum annað sterka trúgv á Jehova og inniligan kærleika til hansara. Hetta var eitt framúr gott grundarlag hjá teimum báðum monnunum at byggja eitt vinalag á. Jónatan var ein mætur prinsur og næstan 50 ára gamal, meðan Dávid var ein eyðmjúkur hirði og helst ikki fyltur 20 enn, men tað var ikki nakað, teir hugsaðu um. a

 Sáttmálin, sum teir gjørdu, var við til at verja vinalagið hjá teimum. Hvussu tá? Jú, Dávid visti, hvørjar ætlanir Jehova hevði við honum – hann skuldi vera kongur í Ísrael eftir Saul! Var tað nakað, sum Dávid duldi fyri Jónatani? Neyvan! Eitt gott vinalag sum teirra trívist við góðum og opnum samskifti, ikki við loynidómum og lygnum. Hvørja ávirkan man tað hava havt á Jónatan at hoyra um framtíðarútlitini hjá Dávidi? Hvat um Jónatan hevði glett seg til einaferð at blíva kongur og bøta tað órætta, sum pápi hansara hevði gjørt? Bíblian sigur einki um nakað innara stríð, sum Jónatan møguliga kundi havt; hon sigur okkum bara tað, sum veruliga hevur týdning, nevniliga at Jónatan var trúfastur og sterkur í trúnni. Hann sá, at Guds andi var við Dávidi. (1. Sámuelsbók 16:1, 11-13) Jónatan helt altso lyftið, sum hann hevði givið Dávidi, og sá hann framvegis sum ein vin, ikki sum ein kappingarneyta. Jónatan vildi fegin, at alt bleiv, sum Jehova vildi.

Jónatan og Dávid høvdu sína sterku trúgv og djúpa kærleika til Jehova í felag

 Tað vinalagið skuldi, sum frá leið, vísa seg at vera til stóra signing. Hvat læra vit av trúnni hjá Jónatani? Øll, sum tæna Jehova, skilja væl, hvussu nógv eitt vinalag er vert. Okkara vinir nýtast ikki endiliga at vera javngamlir við okkum ella hava somu bakgrund, men teir kunnu hava ómetaliga stóran týdning fyri okkum, um teir hava sterka trúgv. Jónatan og Dávid vóru ofta førir fyri at geva hvørjum øðrum mót og styrki. Og teirri hjálpini høvdu teir brúk fyri báðir tveir, tí teirra vinalag skuldi skjótt koma at standa sína roynd av álvara.

Hvørjum skuldi hann vísa trúfesti?

 Í fyrstuni var Saul øgiliga góður við Dávid og setti hann á odda fyri sínum heri. Men tað vardi ikki leingi, fyrr enn Saul tapti bardagan móti júst tí fíggindanum, sum ongantíð vann á Jónatani, nevniliga øvundsjúku. Dávid vann ein sigur fyri og annan eftir í stríðnum móti filistarum, fíggindum Ísraels. Tí varð Dávid bæði heiðraður og virdur. Nakrar kvinnur í Ísrael sungu eisini: „Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund!“ Saul helt lítið um tann sangin. Vit lesa: „Frá tí degi hevði Saul ilt eyga á Dávidi.“ (1. Sámuelsbók 18:7, 9) Hann var bangin fyri, at Dávid skuldi royna at taka kongadømið frá honum. Tað var tápuligt. Dávid visti sjálvandi, at hann skuldi vera kongur eftir Saul, men hann ikki so mikið sum hugsaði um at troka salvaða kongin hjá Jehova burtur, meðan hann enn sat við ræðið.

 Saul hevði lúnskar ætlanir um at fáa Dávid dripnan í bardaga, men einki eydnaðist. Dávid vann framvegis nógvar bardagar, og virðingin fyri honum vaks millum fólkið. Nú royndi Saul at fáa Jónatan og øll tænastufólkini við í eina ráðagerð um at drepa Dávid! Hugsa tær, hvussu tað man hava pínt Jónatan at síggja pápa sín bera seg soleiðis at! (1. Sámuelsbók 18:25-30; 19:1) Jónatan var ein trúgvur sonur, men hann var eisini ein trúgvur vinur. Tveir partar stríddust eftir øllum at døma um hansara trúfesti – hvør fór at vinna?

 Jónatan tók til orða: „Kongurin skuldi ikki gjørt Dávidi, tænara sínum, órætt; tí hann hevur ikki syndað móti tær, og tað, ið hann hevur gjørt, hevur verið tær til stóra nyttu; hann vágaði lívið og drap Filistaran, og HARRIN gav øllum Ísrael stóran sigur; tú sást tað sjálvur og vart glaður um tað; hví vilt tú tá gera synd móti sakleysum blóði og drepa Dávid uttan grund?“ Hetta var ein av teimum fáu løtunum, tá ið Saul var at tosa við; hann lurtaði og svór upp á, at hann ikki skuldi gera Dávidi nakað. Men Saul helt ikki orð. Tá ið Dávid framvegis hevði framgongd, varð Saul so øvundsjúkur, at hann rendi eitt spjót eftir honum! (1. Sámuelsbók 19:4-6, 9, 10) Men Dávid hevði seg undan og flýddi burtur úr kongsborgini.

 Hevur tú nakrantíð noyðst at velja, hvørjum tú skuldi vísa trúskap? Tað kann vera øgiliga ringt. Onkur vil ráða tær til altíð at hugsa mest um familjuna. Men Jónatan visti betur. Hvussu kundi hann halda við pápa sínum, tá ið Dávid var ein trúfastur og lýðin tænari hjá Jehova? Jónatan læt tí sín trúskap móti Jehova vera avgerandi, og tí forsvaraði hann Dávid. Men hóast Jónatan fram um alt var trúfastur ímóti Gudi, vísti hann eisini pápa sínum trúskap við at vera ærligur og geva honum góð ráð heldur enn bara at siga tað, sum pápin helst vildi hoyra. Tað gagnar okkum øllum at vísa trúskap á sama hátt sum Jónatan.

Trúskapur kostar

 Jónatan royndi aftur at skapa semju millum Saul og Dávid, men nú var tað ikki so frægt, at Saul lurtaði. Dávid kom loyniliga til Jónatan og fortaldi, at hann óttaðist fyri lívi sínum. „Ikki er meir enn eitt stig millum meg og deyðan,“ segði hann við eldra vin sín. Jónatan lovaði at kanna, hvat pápi hansara hevði í huga, og síðani geva Dávidi boð. Meðan Dávid krógvaði seg, skuldi Jónatan við boga og píli geva Dávidi eitt tekin um, hvussu støðan var. Tað einasta, Jónatan bað Dávid um, var at halda hetta lyftið: „Aldri nakrantíð skalt tú taka góðsku tína frá húsi mínum, heldur ikki, táið HARRIN ger enda á fíggindum Dávids og beinir teir burtur av jørðini, hvønn ein!“ Dávid lovaði, at hann altíð skuldi taka sær av teimum, sum hoyrdu til húski Jónatans. – 1. Sámuelsbók 20:3, 13-27.

 Jónatan royndi at leggja góð orð inn fyri Dávid hjá Sauli, men kongurin bleiv í øðini! Hann segði við Jónatan: „Tú sonur rangvørga og treiska kvinnu!“ Og hann spottaði hann eisini fyri at vísa Dávidi trúskap og segði, at øll familjan hevði skomm av honum. Hann royndi at fáa Jónatan at hugsa um seg sjálvan og segði: „So leingi sum sonur Ísai er til á jørðini, standa bæði tú og kongadømi títt á ótryggari grund!“ Men Jónatan læt seg ikki vika, hann royndi aftur at tosa við pápa sín og spurdi: „Hví skal hann verða dripin? Hvat hevur hann gjørt?“ Nú misti Saul fullkomiliga tamarhaldið! Hann var gamal, men framvegis ein veldigur stríðsmaður. Saul rendi spjót sítt eftir soninum! Hann dugdi væl at handfara spjótið, men rakti kortini ikki. Jónatan reistist og fór av stað í vreiði, djúpt særdur og eyðmýktur. – 1. Sámuelsbók 20:24-34.

Jónatan prógvaði í royndum, at hann var trúfastur og ikki sjálvsøkin

 Morgunin eftir fór Jónatan út á markina tætt við staðið, har Dávid krógvaði seg. Hann skeyt ein píl, sum teir høvdu avtalað, og segði soleiðis Dávidi frá, at Saul framvegis ætlaði at drepa hann. Jónatan sendi dreingin, sum hann hevði við sær, heim í býin aftur, so hann og Dávid fingu høvi at tosa saman eina lítla løtu. Teir grótu báðir. Syrgin segði Jónatan sínum unga vini farvæl, og Dávid byrjaði sítt nýggja lív sum flóttamaður. – 1. Sámuelsbók 20:35-43.

 Í hesi truplu støðuni prógvaði Jónatan, at hann veruliga var trúfastur og ikki sjálvsøkin. Øll trúføst menniskju hava Satan til fígginda, og tað hevði glett hann ómetaliga nógv, um Jónatan fylgdi eftir í fótasporum Sauls og setti síni egnu ynski um vald ella heiður fremst. Minst til, at Satan elskar at tala til tað sjálvsøkna lyndið í menniskjum. Tað eydnaðist honum at ávirka Ádam og Evu, okkara fyrstu foreldur. (1. Mósebók 3:1-6) Men ikki Jónatan. Tað má hava verið ein dyggur smeitur hjá Satani! Vit liva í einum heimi, sum er gjøgnumsúrgaður av sjálvsøkni. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Fert tú at standa ímóti líknandi royndum frá Satani og taka eftir ósjálvsøkna og trúfasta hugburðinum hjá Jónatani?

Sum ein trúgvur vinur gav Jónatan Dávidi eitt ávaringartekin fyri at verja hann

„Tú vart mær hjartans kærur“

 Saul gjørdist so við og við heilt svakligur og fór at hata Dávid enn meira. Jónatan sá hjálparleysur pápa sín savna herin og í ørskapi reka hann við sær kring alt landið í jagstranini eftir einum ósekum manni. (1. Sámuelsbók 24:2, 3, 13-16; 26:20) Var Jónatan við? Tað er áhugavert, at Bíblian ongantíð nevnir hann í sambandi við nakra av hesum skilaleysu herferðunum. Jónatan var Jehova, Dávidi og sínum egna vinskaparlyfti trúgvur, og tí bar tað als ikki til hjá honum at vera við.

 Hansara kenslur fyri tí unga vinmanninum broyttust ongantíð. Sum frá leið eydnaðist tað honum at hitta Dávid aftur. Tað var í Hores, sum merkir „skógvaksið øki“. Hores var eftir øllum at døma í einum villum fjallalendi nakrar kilometrar í ein landsynning úr Hebron. Hvussu tordi Jónatan at fara út at hitta henda flóttamannin? Bíblian sigur, at hann vildi hjálpa Dávidi at styrkja „mót [sítt] í Gudi“. (1. Sámuelsbók 23:16) Hvussu bar hann seg at?

 „Óttast ikki,“ segði Jónatan við unga vinmannin. Og hann lovaði honum: „Saul, faðir mín, skal ikki náa tær við hond síni.“ Hvat grundaði hann tað á? Á sína sterku trúgv á, at Guds vilji fór at verða framdur. Hann helt fram: „Tú verður kongur yvir Ísrael.“ Sámuel profetur hevði verið sendur at boða frá hesum nøkur ár frammanundan, og nú minti Jónatan Dávid á, at tað, sum Jehova sigur, altíð er álítandi. Og hvussu sá Jónatan sína egnu framtíð fyri sær? „Eg skal vera tær næstur.“ Hann var ein ómetaliga eyðmjúkur maður! Hann var væl nøgdur við at tæna undir einum manni, sum var 30 ár yngri enn hann, veita honum stuðul og vera hansara høgra hond. Jónatan endaði: „Hetta veit Saul, faðir mín, eisini.“ (1. Sámuelsbók 23:17, 18) Innast inni visti Saul, at hann var dømdur at tapa stríðið móti manninum, sum Jehova hevði valt til kong eftir hann!

Jónatan styrkti Dávid, tá ið hann var í neyð

 Seinni man Dávid ofta og við eymligum kenslum hava minst aftur á hetta møtið, sum bleiv teirra seinasta. Vónin, sum Jónatan hevði um at gerast næstur Dávidi, varð tíverri av ongum.

 Jónatan fór við pápa sínum í bardaga móti filistarum, ið høvdu játtað seg sum fíggindar Ísraels. Hann kundi við góðari samvitsku stríðast undir liðini á pápa sínum, tí hann læt ikki misgerðirnar hjá pápanum forða sær í sjálvur at tæna Jehova. Hóast hann stríddist djarvur og trúfastur sum altíð, gekst illa hjá Ísrael. Saul var nú so ólýðin, at hann eisini fekst við spiritismu, sum eftir Guds lóg varð revsað við deyðanum, og Jehova var tí ikki longur við honum. Tríggir av synum Sauls, teirra millum Jónatan, vórðu dripnir í bardaga. Saul varð særdur og tók seg sjálvan av døgum. – 1. Sámuelsbók 28:6-14; 31:2-6.

„Tú verður kongur yvir Ísrael,“ segði Jónatan, „og eg skal vera tær næstur.“ – 1. Sámuelsbók 23:17

 Dávid syrgdi. Hjartagóður, sum hann var, syrgdi hann eisini um Saul, ið hevði gjørt honum lívið so trupult. Dávid yrkti ein sorgarsálm um Saul og Jónatan. Tey orðini í sálminum, sum kanska eru mest hjartanemandi, vendi Dávid til sín elskaða leiðbeinara og vin: „Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki.“ – 2. Sámuelsbók 1:26.

 Dávid gloymdi ongantíð lyftið, sum hann hevði givið Jónatani. Fleiri ár seinni leitaði hann eftir og fann rørslutarnaða sonin hjá Jónatani, Mefiboset, og tók sær av honum. (2. Sámuelsbók 9:1-13) Dávid hevði uttan iva lært nógv av Jónatani um týdningin av at vera trúfastur, eisini hóast tað kostar nógv. Lærir tað okkum nakað? Kunnu vit fáa vinir, ið eru sum Jónatan? Kunnu vit sjálv vera slíkir vinir? Um vit hjálpa okkara vinum at varðveita og styrkja trúnna á Jehova, um vit fram um alt vísa Gudi trúskap, og um vit verða verandi trúføst í staðin fyri at hugsa um okkum sjálv, so eru vit líka góðir vinir, sum Jónatan var. Og vit taka eftir trúgv hansara.

a Fyrstu ferð, vit hoyra Jónatan nevndan í Bíbliuni, er í byrjanini av stjórnartíðini hjá Sauli. Tá stóð hann á odda fyri einum heri og má tí hava verið minst 20 ára gamal. (4. Mósebók 1:3; 1. Sámuelsbók 13:2) Saul stjórnaði í 40 ár. Tí má Jónatan hava erið umleið 60 ára gamal, tá ið Saul doyði. Og tá var Dávid 30 ára gamal. (1. Sámuelsbók 31:2; 2. Sámuelsbók 5:4) So Jónatan var altso umleið 30 ár eldri enn Dávid.