Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu kann eg halda uppat at onanera?

Hvussu kann eg halda uppat at onanera?

KAPITTUL 25

Hvussu kann eg halda uppat at onanera?

„Eg byrjaði at onanera, tá ið eg var átta ára gamal. Seinni fann eg út av, at tað var skeivt. Eg føldi meg so illa, hvørja ferð eg ikki kláraði at standa ímóti freistingini. Eg hugsaði: ’Hvussu kann Gud elska ein sovorðnan sum meg?’“– Luiz.

HUGURIN til sex kann vera eyka sterkur í pubertetinum. Tað kann føra til, at mann byrjar at onanera, og so kann tað blíva ein vani. a Nógv siga, at tað ikki er so farligt. „Tað skaðar ongan,“ siga tey. Men nakað, sum ápostulin Paulus segði, vísir, at mann skal lata vera. Hann segði: „Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: … girndarbruna [seksuella hugin].“ (Kolossebrævið 3:5) Onani drepur ikki seksuella hugin, men stimulerar hann. Hugsa eisini um hetta:

● Onani fær fólk at blíva egoistisk. Ein persónur, sum onanerar, hugsar til dømis bara um sína egnu njóting.

● Tey, sum onanera, kunnu fara at meta hitt kynið sum sexobjekt, sum tey kunnu brúka til at nøkta seg sjálvan við.

● Onani kann gera tað ringt at fáa seksuellu samveruna í hjúnabandinum at fungera.

Royn at fáa tamarhald á tær sjálvum heldur enn at onanera. (1. Tessalonikabræv 4:4, 5, New World Translation) Eitt, sum kann hjálpa tær, er tað, sum Bíblian sigur um at halda seg langt burtur frá øllum, sum kann vekja seksuella hugin. (Orðtøkini 5:8, 9) Men hvat kanst tú gera, um tað longu er blivið ein óvani hjá tær? Tú hevur kanska roynt at gevast, uttan at tað eydnaðist. Um so er, hugsar tú kanska, at støðan er vónleys, og at tú ongantíð fert at klára at liva upp til normarnar hjá Gudi. Soleiðis hugsaði ein drongur, sum eitur Pedro. Hann sigur: „Aftan á at eg hevði onanerað aftur, føldi eg meg so illa. Eg hugsaði, at Gud ongantíð kundi fyrigeva mær fyri tað, sum eg hevði gjørt. Og tað var eisini ordiliga ringt hjá mær at biðja til Gud.“

Viss tað er soleiðis, tú hevur tað, skalt tú ikki missa mótið. Støðan er ikki vónleys. Nógv ung – og vaksin – hava vunnið á vananum at onanera, og tað klárar tú eisini!

Hvussu kanst tú takkla skuldarkenslur?

Tey, sum hava fingið til vana at onanera, føla seg ofta tyngd av skuldarkenslum. Tað er uttan iva gott at vera keddur upp á tann rætta mátan, tí tað kann geva tær motivatión til at vinna á vananum. (2. Korintbræv 7:11, New World Translation) Men viss skuldarkenslurnar verða alt for sterkar, kann tað virka beint øvut. Tí so kanst tú blíva so keddur, at tú bara hevur hug at geva upp. – Orðtøkini 24:10.

Men hvussu álvarsamt er tað at onanera? Onani er ein óreinur vani, sum kann gera, at vit blíva „trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum“, og tað ger, at vit fara at hugsa upp á ein skeivan máta. (Titusarbrævið 3:3) Men hinvegin er onani ikki líka álvarsamt sum grovur seksuellur ómoralur, sum til dømis tað at hava sex við einum, sum mann ikki er giftur við. (Judasarbrævið 7) So um tú stríðist við at halda uppat at onanera, skalt tú ikki hugsa, at Jehova ikki kann fyrigeva tær. Tað, sum hevur týdning, er, at tú blívur við at stríðast ímóti og ongantíð gevur upp!

Viss mann gevur eftir fyri huginum til at onanera, kann mann lætt blíva øgiliga keddur. Men fyri tað um tú hevur gjørt tað aftur, vil tað ikki siga, at tú ert eitt ringt menniskja. Tað viktiga er, at tú ikki gevur upp. Royn heldur at finna út av, hvat tað var, sum fekk teg at gera tað, og ansa so eftir, at tú ikki kemur í ta støðuna aftur.

Gev tær tíð til at hugsa um, hvussu góður og fyrigevandi Jehova er. Dávid kongur, sum gjørdi nakað skeivt fleiri ferðir, segði: „Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann. Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.“ (Sálmur 103:13, 14) Ja, Jehova veit, at vit eru ófullkomin, og hann er „til reiðar at fyrigeva“. (Sálmur 86:5) Men hann vil eisini hava, at vit skulu gera okkara besta fyri at akta hann. So hvat kanst tú heilt praktiskt gera fyri at vinna á hesum vananum?

Ansa eftir, hvørjum tú hyggur eftir. Hyggur tú eftir filmum, sjónvarpssendingum ella ymiskum á netinum, sum gevur tær hug at onanera? Ein maður í Bíbliuni bað soleiðis til Jehova: „Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd [ella tí, sum einki virði hevur].“ – Sálmur 119:37.

Tvinga teg sjálvan at hugsa um nakað annað. Ein ungur maður, sum eitur William, gevur hesi ráðini: „Les okkurt andaligt, áðrenn tú leggur teg. Tað er øgiliga viktigt, at tað síðsta, mann hugsar um, áðrenn mann sovnar, er nakað andaligt.“ – Filippibrævið 4:8.

Tosa við onkran um problemið. Sjálvt um tað kann vera flóvisligt at tosa við onkran um problemið, kann tað hjálpa tær at vinna á vananum. Tað kann ein ungur maður, sum eitur David, skriva undir upp á. Hann sigur: „Eg fortaldi tað fyri pápa mínum, og eg gloymi ongantíð, hvat hann segði. Hann visti, at tað ikki var lætt hjá mær at koma til hansara við sovorðnum. Men hann segði blídliga: ’Eg eri so stoltur av tær.’ Tað var akkurát tað, sum eg hevði brúk fyri at hoyra, og tað gav mær enn størri hug at kempa víðari.

Pápi vísti mær eisini nøkur ørindi í Bíbliuni, sum hjálptu mær at skilja, at eg ikki var eitt ringt menniskja. Og so vísti hann mær nøkur onnur ørindi fyri at tryggja sær, at eg skilti, hvussu álvarsamt tað var at onanera. Hann bað meg gera mítt besta fyri ikki at gera tað aftur í eina tíð, og so skuldu vit tosa saman um tað aftur. Hann segði eisini, at eg ikki skuldi blíva alt for keddur, viss eg datt útí aftur, men at eg skuldi royna at lata longri og longri tíð ganga ímillum.“ Hvussu hjálpti tað Davidi at tosa við onkran um tað? Hann sigur: „Tað, at ein annar visti um problemið hjá mær, gjørdi stóran mun.“

[Undirgrein]

a Onani er ikki tað sama sum, at mann følir seg seksuelt stimuleraðan uttan at gera nakað. Ein drongur kann til dømis vakna og vera seksuelt stimuleraður ella fáa avgongu um náttina, meðan hann svevur. Og nakrar gentur kunnu eisini vera seksuelt stimuleraðar uttan at vilja tað, serliga beint áðrenn ella beint aftan á mánasjúkuna. Harafturímóti merkir onani, at mann við vilja stimulerar seg sjálvan seksuelt.

LYKLAØRINDI

„Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!“ – 2. Timoteusarbræv 2:22.

PREI

Bið til Jehova, áðrenn tann seksuelli hugurin verður sterkur. Tú kanst biðja hann geva tær eina „ómetaliga kraft“, so tú klárar at standa ímóti freisting. – 2. Korintbræv 4:7.

VISTI TÚ?

Ein veikur persónur gevur eftir fyri sínum seksuella hugi, men ein sterkur persónur klárar at stýra sær, sjálvt tá hann er einsamallur.

HETTA FARI EG AT GERA!

Eg klári at blíva við at hugsa um nakað moralskt reint, viss eg ․․․․․

Heldur enn at geva eftir fyri freistingini fari eg at ․․․․․

Í sambandi við hetta evnið fari eg at spyrja foreldrini: ․․․․․

HVAT HELDUR TÚ?

● Hví er tað viktigt at minnast til, at Jehova er „til reiðar at fyrigeva“? – Sálmur 86:5.

● Gud, sum hevur skapt tann seksuella hugin, sigur eisini, at tú skalt læra teg at hava sjálvstamarhald. So hvat man hann halda, at tú ert førur fyri?

[Tekstsendurgeving]

„Síðani eg vann á vananum, havi eg havt góða samvitsku yvir fyri Jehova, og tað er meira vert enn nakað annað!“ – Sarah

[Mynd]

Viss tú dettur í einari kapprenning, merkir tað ikki, at tú skalt byrja umaftur – og viss tú gevur eftir fyri onani, merkir tað ikki, at tú ikki kanst vinna á tí