Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Bíbliulesiætlan

Bíbliulesiætlan

Í Bíbliuni finnur tú tey bestu ráðini um, hvussu tú kanst fáa eitt gott lív. Ja, um tú lesur regluliga í Bíbliuni, hugsar um tað, sum tú lesur, og fylgir tí, fer tað at gangast tær væl. (Josva 1:8; Sálmur 1:1-3) Tú lærir eisini Gud og Jesus at kenna, og tað kann geva tær ævigt lív. – Jóhannes 17:3.

Í hvørjari raðfylgju skalt tú lesa bøkurnar í Bíbliuni? Tú hevur fleiri møguleikar. Við hesi lesiætlanini kanst tú lesa Bíbliuna úr enda í annan, ella tú kanst lesa hana í evnum. Tú kanst til dømis lesa ávísar partar, sum geva eitt søguligt yvirlit yvir, hvussu Gud tók sær av ísraelsmonnum í forðum. Aðrir partar vísa, hvussu kristna samkoman byrjaði og vaks. Lesur tú eina eind av kapitlum hvønn dag, hevur tú lisið alla Bíbliuna upp á eitt ár.

Vilt tú gjarna lesa eitt sindur í Bíbliuni hvønn dag? Vilt tú gjarna lesa hana upp á eitt ár? Ella ert tú nýggjur bíbliulesari? Uttan mun til hvønn spurning tú svarar ja til, so er henda lesiætlanin akkurát nakað fyri teg. Prenta ella tak bíbliulesiætlanina niður, so tú kanst byrja longu í dag.