Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er tað fyri eitt bíbliuskeið, Jehova vitni bjóða?

Hvat er tað fyri eitt bíbliuskeið, Jehova vitni bjóða?

 Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg?

 Eitt Jehova vitni hjálpir tær at læra meira um ymisk evni í Bíbliuni. Tit fara at brúka bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir, og tit fara at tosa um, hvat Bíblian lærir, og hvussu hon kann hjálpa tær. Tú fært meira at vita í hesum videonum.

 Kostar tað nakað?

 Nei. Jehova vitni fylgja tí, sum Jesus segði við lærisveinarnar: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ (Matteus 10:8) Og tú skalt heldur ikki betala fyri lestrartilfarið, sum er ein bíblia og bókin Eitt gott lív nú og í allar ævir.

 Hvussu langa tíð tekur tað?

 Skeiðið er býtt upp í 60 partar. Tað er upp til tín, hvussu skjótt tit skulu gjøgnumganga partarnar, men nógvum dámar væl at gjøgnumganga í minsta lagi ein part um vikuna.

 Hvussu komi eg í gongd?

  1.  1. Bið um eitt bíbliuskeið. Upplýsingarnar, sum tú skrivar inn, verða bara brúktar til, at eitt Jehova vitni kann seta seg í samband við teg.

  2.  2. Eitt Jehova vitni setur seg í samband við teg. Hann ella hon fortelur tær, hvat tú kanst vænta av skeiðinum, og vil gjarna svara spurningum, sum tú møguliga hevur.

  3.  3. Tit avtala, hvussu tit gera. Tit kunnu velja at hittast ella at hava skeiðið umvegis telefon, videoprát, bræv ella teldubræv. Hvør partur plagar at taka umleið ein tíma, men tað ber væl til at laga tað eftir umstøðunum hjá tær.

 Ber tað til at fáa ein brellbita?

 Ja. Tú kanst byrja við at biðja um eitt bíbliuskeið. Tá ið so eitt Jehova vitni setur seg í samband við teg, kanst tú siga, at tú gjarna vilt hava ein brellbita av skeiðinum fyri at vita, um tað er nakað fyri teg. Hann ella hon fer so at brúka heftið Eitt gott lív nú og í allar ævir, sum er eitt innleiðandi bíbliuskeið í trimum pørtum. Tá ið tit hava gjøgnumgingið teir tríggjar partarnar, er tað upp til tín, um tú hevur hug at halda fram.

 Noyðist eg at blíva Jehova vitni, um eg taki av bíbliuskeiðinum?

 Nei. Jehova vitni elska at tosa við onnur um Bíbliuna, men vit noyða ongantíð nakran til at blíva Jehova vitni. Vit fortelja bara fólki upp á ein blíðan máta, hvat Bíblian lærir, og vit hava fulla virðing fyri, at øll hava rætt til sjálvi at velja, hvat tey vilja trúgva upp á. – Kolossebrævið 4:6.

 Kann eg brúka mína egnu bíbliu?

 Ja, tú kanst brúka akkurát ta bíbliuumsetingina, sum tú vilt. New World Translation of the Holy Scriptures er umsett til nógv mál, og okkum dámar væl at brúka hana, tí hon er neyv og løtt at skilja. Men vit skilja eisini væl, at nøkur heldur vilja brúka eina umseting, sum tey eru von við.

 Kann eg bjóða øðrum við á skeiðið?

 Ja. Tú kanst bjóða bæði familju og vinum, um tú hevur hug.

 Kann eg fáa eitt bíbliuskeið, sjálvt um eg fyrr havi kannað Bíbliuna saman við Jehova vitnum?

 Ja. Og tú fert kanska at dáma bíbliuskeiðið enn betur nú, tí vit hava dagført tilfarið, so tað hóskar betur til tørvin hjá fólki í dag. Nú eru fleiri myndir og video, sum leggja upp til prát.

 Hava tit nakað tilfar, sum eg kann brúka til sjálvlestur?

 Ja. Sjálvt um tey flestu fáa mest burturúr, tá ið onkur hjálpir teimum, vilja summi heldur byrja við at kanna Bíbliuna sjálvi. Á síðuni Amboð til bíbliulestur er ókeypis tilfar, sum kann hjálpa tær at kanna Bíbliuna. Her eru nøkur dømi: