Far beinleiðis til innihaldið

Eru Jehova vitni ein amerikanskur trúarbólkur?

Eru Jehova vitni ein amerikanskur trúarbólkur?

 Okkara høvuðsskrivstova er í USA. Men vit eru ikki ein amerikanskur trúarbólkur, sum orsakirnar niðanfyri vísa.

  •   Jehova vitni hava ikki tikið seg burtur úr nøkrum øðrum kristnum átrúnaði. Vit royna at fylgja tí kristindóminum, sum varð útintur í fyrstu øld.

  •   Jehova vitni boða um Guds ríki í meira enn 230 londum og økjum. Uttan mun til hvar vit búgva, vísa vit fremst av øllum Jehova Gudi og Jesusi Kristi trúskap, ikki amerikansku stjórnini ella nakrari aðrari stjórn á jørðini. – Jóhannes 15:19; 17:15, 16.

  •   Alt, sum vit læra, er grundað á Bíbliuna, ikki á skriftirnar hjá onkrum trúarleiðara í USA. – 1. Tessalonikabræv 2:13.

  •   Vit fylgja Jesusi Kristi, ikki nøkrum leiðara á jørðini. – Matteus 23:8-10.