Far beinleiðis til innihaldið

Tvinga Jehova vitni síni børn at hava somu trúgv sum tey?

Tvinga Jehova vitni síni børn at hava somu trúgv sum tey?

 Nei, tí tað er ein persónlig avgerð, um mann vil tæna Gudi. (Rómbrævið 14:12) Jehova vitni læra síni børn um meginreglurnar í Bíbliuni, men tá ið børnini verða eldri, mugu tey sjálv gera av, um tey vilja vera Jehova vitni. – Rómbrævið 12:2; Galatiabrævið 6:5.

 Eins og øll onnur foreldur ynskja Jehova vitni tað besta fyri síni børn. Tey læra tey ymiskt, sum tey halda er gott fyri tey, eitt nú praktiskar førleikar, men eisini moralnormar og bíbilskar lærur. Jehova vitni eru sannførd um, at mann fær tað besta lívið við at fylgja Bíbliuni, og tí lesa tey Bíbliuna saman við børnunum og hava tey við sær á møti. (5. Mósebók 6:6, 7) Tá ið børnini so verða eldri, er tað upp til tey sjálvi at gera av, um tey vilja hava somu trúgv sum foreldrini.

 Doypa Jehova vitni pinkubørn?

 Nei. Einki grundarlag er í Bíbliuni fyri barnadópi. Hon sigur til dømis, at tey, sum blivu doypt sum kristin í fyrstu øld, hoyrdu boðskapin, tóku væl ímóti honum og angraðu sínar syndir. (Ápostlasøgan 2:14, 22, 38, 41) So fyri at kunna blíva doyptur má mann altso vera nóg gamal til at skilja, hvat Bíblian lærir. Mann má eisini trúgva upp á tað og seta sær fyri at liva eftir tí. Tað kann eitt pinkubarn ikki gera.

 Tá ið børnini verða eldri, velja tey kanska at blíva doypt. Men tey mugu vera púra greið yvir, hvat tað ber í sær.

 Kvetta Jehova vitni sambandið við síni børn, um tey ikki velja at blíva doypt?

 Nei, tað gera tey ikki. Foreldur, sum eru Jehova vitni, verða sjálvandi kedd, um børnini ikki taka undir við teirra trúgv, men tey elska framvegis síni børn og kvetta ikki sambandið við tey, tí tey ikki vilja vera Jehova vitni.

Uttan mun til aldur mugu øll sjálv gera av, um tey vilja lata seg doypa ella ikki

 Hví taka Jehova vitni børnini við sær út at boða gleðiboðskapin?

 Vit hava fleiri grundir til at hava børnini við, tá ið vit fara út at boða gleðiboðskapin. a

  •   Bíblian sigur, at foreldur skulu læra børnini um Gud og forklára teimum, hvussu vit skulu tæna honum. (Efesusbrævið 6:4) At tæna Gudi fevnir um at fortelja øðrum um sína trúgv, og tí er tað umráðandi, at børnini eisini fáa upplæring í hesum arbeiðinum. – Rómbrævið 10:9, 10; Hebrearabrævið 13:15.

  •   Bíblian eggjar ungum til at „lova navni HARRANS“. (Sálmur 148:12, 13) Ein týðandi máti at lova Gudi upp á er at fortelja øðrum um hann. b

  •   Tað gagnar børnunum at fara út at boða gleðiboðskapin saman við foreldrunum. Til dømis læra tey at samskifta við nógv ymisk fólk, og tey læra at vísa samkenslu, at vera vinarlig, at vísa virðing og vera ósjálvsøkin. Boðanararbeiðið hjálpir eisini børnunum at skilja bíbilska grundarlagið fyri tí, sum tey trúgva.

 Halda Jehova vitni nakrar høgtíðir og veitslur?

 Jehova vitni halda ikki høgtíðir ella veitslur, sum Gudi ikki dámar. c (2. Korintbræv 6:14-17; Efesusbrævið 5:10) Vit halda til dømis ikki jól og føðingardagar, sum hava heidnan uppruna.

 Men okkum dámar sera væl at vera saman við familjuni og geva ofta okkara børnum gávur. Heldur enn at lata kalendaran gera av, nær vit skulu hugna okkum saman sum familja ella geva gávur, gera vit tað, tá ið vit hava hug gjøgnum alt árið.

Kristin foreldur elska at geva børnunum gávur

a Børn hjá Jehova vitni eru vanliga ikki við í hesum arbeiðinum, uttan so at tey fylgjast við foreldrunum ella einum øðrum ábyrgdarfullum vaksnum.

b Í Bíbliuni lesa vit um fleiri børn, sum gleddu Gud við at fortelja øðrum um sína trúgv. – 2. Kongabók 5:1-3; Matteus 21:15, 16; Lukas 2:42, 46, 47.

d Summi nøvn eru broytt.