Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Hevur tú funnið eina „dýrabara perlu“?

Hevur tú funnið eina „dýrabara perlu“?

 Jesus segði, at Guds ríki fer at loysa allar trupulleikarnar hjá mannaættini. (Matteus 6:10) Í Matteus 13:44-46 nevnir hann tvær myndatalur, sum vísa, hvussu stóran týdning sannleikin um Guds ríki hevur.

  •   Ein maður, sum arbeiðir úti í bønum, finnur ein skatt av tilvild.

  •   Ein keypmaður, sum leitar eftir vøkrum perlum, finnur eina dýrabara perlu.

 Báðir menninir seldu við gleði alt, teir áttu, fyri at kunna keypa skattin, teir høvdu funnið. Hesir menninir ímynda fólk, sum virðismeta Guds ríki so nógv, at tey vilja ofra alt fyri at uppliva tað góða, sum hetta ríkið fer at gera. (Lukas 18:29, 30) Í hesum videonum hoyrir tú um tvey fólk, ið eru sum menninir í myndatalunum hjá Jesusi.