Far beinleiðis til innihaldið

Sig, at tú elskar tey

Sig, at tú elskar tey

Ong-Li, sum er eitt Jehova vitni, býr í Bulgaria. Hon hevði eitt bíbliuskeið við einari konu, sum æt Slatka, men maður Slatku var ikki við til skeiðið. Ong-Li fortelur: „Meðan vit tosaðu um familjulívið, legði eg dent á, hvussu umráðandi tað er at siga við okkara hjúnafelaga og børn, at vit elska tey. Slatka hugdi syrgin at mær og segði, at hon ongantíð hevði sagt við mannin ella níggju ára gomlu dóttrina, at hon elskaði tey.“

Slatka greiddi frá: „Eg vil gera alt fyri tey, men eg kann bara ikki siga hasi orðini.“ Hon legði aftrat: „Mamma mín hevur ongantíð sagt, at hon elskar meg, og omma segði heldur ongantíð við mammu, at hon elskaði hana.“ Ong-Li vísti henni, at Jehova segði við Jesus, at hann elskaði hann. (Matteus 3:17) Hon eggjaði Slatku til at nevna tað fyri Jehova í bøn og at seta sær fyri at siga við mannin og dóttrina, at hon elskar tey.

Ong-Li sigur: „Tveir dagar seinni fortaldi Slatka glað, at hon hevði biðið Jehova hjálpt sær. Tá ið maðurin kom heim, fortaldi hon honum, at hon hevði lært úr Bíbliuni, hvussu umráðandi tað er, at ein kona virðir og elskar mannin hjá sær. Hon drálaði eitt sindur, men segði so við hann, at hon elskaði hann! Seinni tá ið dóttirin kom heim, klemmaði Slatka hana og segði, at hon elskaði hana. Slatka segði við meg: ’Hetta var ein ordiligur lætti. Í so nógv ár havi eg ikki kunnað sett orð á mínar kenslur, men við hjálp frá Jehova kann eg endiliga siga við mína familju, hvussu góð eg eri við tey.’“

Ong-Li bjóðar bíbliuskeið í grannalagnum

Ong-Li heldur fram: „Eina viku seinni møtti eg manninum hjá Slatku, og hann segði við meg: ’Nógv hava sagt við meg, at Slatka ikki átti at lisið Bíbliuna saman við tykkum, men eingin ivi er um, at hatta bíbliuskeiðið hevur gagnað okkara familju, og vit hava fingið tað nógv betri sum hjún.’“