Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um blóðflutning?

Hvat sigur Bíblian um blóðflutning?

Bíblian svarar

 Bíblian sigur, at vit skulu halda okkum frá blóði. Tí taka vit ikki ímóti blóði ella høvuðslutunum í blóði, antin talan er um mat ella blóðflutning. Legg til merkis hesi skriftørindini:

  •   1. Mósebók 9:4. Eftir vatnflóðina læt Gud Nóa og familju hansara sleppa at eta kjøt, men tey máttu ikki eta blóðið. Gud segði við Nóa: „Kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.“ Hetta boðið er enn galdandi fyri alla mannaættina, tí vit eru øll eftirkomarar hjá Nóa.

  •   3. Mósebók 17:14. „Tit mugu ikki eta blóðið úr nøkrum kjøti; tí blóðið er sálin í øllum kjøti; ein og hvør, ið etur tað, skal verða týndur.“ Í Guds eygum er sálin, ella lívið, í blóðinum og hoyrir honum til. Sjálvt um henda lógin bert varð givin tjóðini Ísrael, vísir tað, hvussu stóran týdning hetta forboðið um ikki at eta blóð hevði fyri Gud.

  •   Ápostlasøgan 15:20. „Tey skulu halda seg ... frá blóði.“ Gud gav teimum kristnu sama boð, sum hann hevði givið Nóa. Søgan vísir, at tey fyrstu kristnu ikki vildu eta ella drekka blóð og heldur ikki brúka tað í sambandi við læknaviðgerð.

Hví sigur Gud, at vit skulu halda okkum frá blóði?

 Læknafrøðiligar orsakir eru til ikki at taka ímóti blóðflutningi. Men høvuðsorsøkin til, at Gud sigur, at vit skulu halda okkum frá blóði, er, at tað, sum blóðið ímyndar, er heilagt í hansara eygum. – 3. Mósebók 17:11; Kolossebrævið 1:20.