Far beinleiðis til innihaldið

Kunnu kristin taka ímóti læknaviðgerð?

Kunnu kristin taka ímóti læknaviðgerð?

Bíblian svarar

 Ja. Jesus vísti, at kristin kunnu taka ímóti læknaviðgerð, tá ið hann segði: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!“ (Matteus 9:12) Hóast Bíblian ikki er nøkur læknabók, so eru meginreglur í henni, sum kunnu hjálpa teimum, ið vilja gleða Gud.

Spyr teg sjálvan

 1. Skilji eg, hvat ein møgulig viðgerð ber í sær? Bíblian mælir til, at vit leita okkum álítandi upplýsingar heldur enn at ’trúgva hvørjum orði’. – Orðtøkini 14:15.

 2. Skal eg spyrja ein ella tveir læknar aftrat? Tað kann vera gott at hava ’nógvar ráðgevarar’, serliga um støðan er álvarsom. – Orðtøkini 15:22.

 3. Stríðir viðgerðin ímóti boðunum í Bíbliuni um at „halda seg ... frá blóði“? – Ápostlasøgan 15:20.

 4. Verður okkultisma nýtt í sjúkugreiningini ella í viðgerðini? Bíblian fordømir ’gand’, ella okkultismu. (Galatiabrævið 5:19-21) Fyri at gera av, um talan er um okkultismu, kanst tú hugsa um hesar spurningar:

  •   Brúkar læknin okkultismu?

  •   Er viðgerðin grundað á ta fatan, at illir gudar ella fíggindar, sum brúka gand, eru orsøk til sjúkuna?

  •   Verða offur, gandaorð ella onnur okkult ritual ella lutir brúktir, tá ið heilivágurin verður gjørdur ella nýttur?

 5. Gangi eg ov høgt upp í mína heilsu? Bíblian mælir okkum til at vera skynsom. (Filippibrævið 4:5, New World Translation) At vera skynsamur og finna røttu javnvágina kann hjálpa tær at hugsavna teg um tað, sum hevur størri týdning, til dømis tað andaliga. – Filippibrævið 1:10; Matteus 5:3.