Far beinleiðis til innihaldið

Fíggjarligir trupulleikar og skuld – kann Bíblian hjálpa?

Fíggjarligir trupulleikar og skuld – kann Bíblian hjálpa?

Bíblian svarar

 Ja. Her eru fýra bíbilskar meginreglur, sum kunnu hjálpa tær, tá ið tú hevur fíggjarligar trupulleikar og skuld:

  1.   Ger eina fíggjarætlan. „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.“ (Orðtøkini 21:5) Tú skal ikki keypa okkurt, bara tí tað er eitt gott tilboð. Ger eina fíggjarætlan, og halt teg til hana.

  2.   Set teg ikki í óneyðuga skuld. „Tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.“ (Orðtøkini 22:7) Um tú longu hevur skuld, og tað er torført hjá tær at gjalda lánið aftur, kanst tú royna at fáa eina nýggja avtalu við tínar kreditorar. Gev ikki uppat. Vís sama hugburð, sum er nevndur í Orðtøkunum 6:1-5: „Far og kasta teg niður fyri næsta tínum, gakk á hann, unn ikki eygum tínum svøvn, ikki eygnalokum tínum blund.“ Riggar tað ikki fyrstu ferð at fáa eina nýggja avtalu í lag, skalt tú bara blíva við at royna.

  3.   Hav røttu áskoðanina á pengar. „Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur – og veit ikki, at trongd fer at koma á hann.“ (Orðtøkini 28:22) Øvundsjúka og grammleiki kunnu ikki bara geva fíggjarligar trupulleikar, men kunnu eisini skúgva tað andaliga til viks.

  4.   Ver nøgdur. „Táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.“ (1. Timoteusarbræv 6:8) Tú kanst ikki keypa gleði ella nøgdsemi. Nøkur av teimum lukkuligastu menniskjunum í heiminum eru ikki rík. Men tey hava familju og vinir, sum elska tey, og eitt gott vinalag við Gud. – Orðtøkini 15:17; 1. Pætursbræv 5:6, 7.