Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Var tað hetta, Gud ætlaði?

Var tað hetta, Gud ætlaði?

TAK onkra avís. Hygg at sjónvarpinum, ella lurta eftir útvarpinum. Fjølmiðlarnir eru fullir av tíðindum um yvirgang, bardagar og brotsverk. Hugsa um støðuna, sum tú sjálvur ert í, tínar egnu trupulleikar. Kanska ert tú illa fyri av sjúku, ella tí tú hevur mist ein av tínum kæru. Kanska hevur tú tað sum Job, Guds tænari, ið segði seg vera ’mettaðan av vesaldómi’. — Job 10:15, Løggilda danska umsetingin.

Spyr teg sjálvan:

  • Var tað hetta, Gud ætlaði mær og allari mannaættini?

  • Hvaðani fái eg hjálp at loysa mínar trupulleikar?

  • Er vón um, at friður nakrantíð verður her á jørðini?

Bíblian svarar spurningunum positivt og skilagott.

BÍBLIAN SIGUR, AT GUD FER AT FREMJA HESAR BROYTINGAR Á JØRÐINI.

„Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ — Opinberingin 21:4

„Tá skal hin lamni leypa sum hjørtur.“ — Esaias 35:6

„Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað.“ — Esaias 35:5

„Øll tey, sum eru í grøvunum . . . skulu koma fram.“ — Jóhannes 5:28, 29

„Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ — Esaias 33:24

„Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ — Sálmur 72:16

FÁ NYTTU AV TÍ, SUM BÍBLIAN LÆRIR

Vís ikki tað, sum tú hevur lisið á hesum síðunum, frá tær, sum var tað ber og blektað ynskishugsan. Gud hevur lovað at skapa slík viðurskifti, og Bíblian greiðir frá, hvussu hann fer at gera tað.

Men í Bíbliuni er eisini nógv annað. Hon er lykilin til eitt eydnuríkt og nøktandi lív longu nú. Hugsa eina løtu um tínar egnu trupulleikar og stúranir. Kanska hevur tú trupulleikar av pengaviðurskiftum, familju ella heilsu. Kanska hevur tú mist ein av tínum kæru. Bíblian kann hjálpa tær at klára teir dagligu meinbogarnar, og hon kann geva tær frið í sinnið, tí hon svarar spurningum sum:

  • Hví líða menniskju?

  • Hvussu klára vit lívsins stúranir?

  • Hvussu fáa vit eitt eydnuríkari familjulív?

  • Hvat hendir okkum, tá vit doyggja?

  • Koma vit at síggja tey aftur, sum vit hava mist?

  • Hvussu kunnu vit vera vís í, at Gud heldur tey frálíku lyftini, sum hann hevur givið okkum?

At tú ert farin at lesa hesa bókina, vísir, at tú fegin vilt vita, hvat Bíblian lærir. Og bókin kann hjálpa tær. Legg til merkis, at spurningar eru til teir einstøku paragrafarnar. Milliónir av menniskjum hava við spurning og svar-mannagongdini kannað Bíbliuna saman við Jehova Vitnum og havt stóra gleði av tí. Tað vóna vit eisini, at tú fert at gera. Væntandi verður tað bæði spennandi og gevandi at fáa greiðu á, hvat Bíblian veruliga lærir.