Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TRÝ

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?
  • Hvørja ætlan hevur Gud við mannaættini?

  • Hvussu varð Gud bjóðaður av?

  • Hvussu verður lívið á jørðini í framtíðini?

1. Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

GUDS ætlan við jørðini er av sonnum frálík. Jehova vil, at jørðin skal fyllast við lukkuligum og frískum fólki. Bíblian sigur, at ’Gud plantaði urtagarð í Eden’, og at hann ’læt vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av’. Tá Gud hevði skapt tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, gav hann teimum eitt vakurt heim at búgva í og segði: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara.“ (1 Mósebók 1:28; 2:8, 9, 15) Guds ætlan var sostatt tann, at menniskju skuldu fáa børn, víðka Paradísið út um alla jørðina og taka sær av dýrunum.

2. (a) Hvussu vita vit, at Guds ætlan við jørðini verður framd? (b) Hvat sigur Bíblian um møguleikan fyri, at menniskju kunnu liva í allar ævir?

2 Man Jehova Guds ætlan við jørðini og menniskjunum nakrantíð gerast veruleiki? „Eg havi sagt tað,“ sigur Gud, „Eg skal eisini lata tað koma.“ (Esaias 46:9-11; 55:11) Ja, hevur Gud eina ætlan, so fremur hann hana! ’Hann skapti ikki jørðina til at liggja í oyði, nei, til bústað hjá fólki virkaði hann hana,’ sigur Bíblian. (Esaias 45:18) Hvørji menniskju vildi Gud hava at liva á jørðini, og hvussu leingi skuldu tey liva har? Bíblian svarar: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ — Sálmur 37:29; Opinberingin 21:3, 4.

3. Hvørji syndarlig viðurskifti ráða nú á jørðini, og hvørjir spurningar stinga seg upp í tí sambandi?

3 Men tað er so ikki hent enn. Fólk verða framvegis sjúk og doyggja; tey berjast og drepa hvørt annað. Okkurt miseydnaðist. Gud ætlaði avgjørt ikki, at jørðin skuldi blíva, sum hon er í dag. Hvat hendi? Hví varð Guds ætlan ikki framd? Eingin vanlig søgubók kann geva okkum svarið, tí trupulleikin byrjaði í himli.

EIN FÍGGINDI GER VART VIÐ SEG

4, 5. (a) Hvør tosaði í veruleikanum við Evu gjøgnum ein orm? (b) Hvussu kann ein, ið fyrr var hampiligur og ærligur, gerast tjóvur?

Sambært fyrstu bókini í Bíbliuni, gjørdi ein fíggindi Guds vart við seg í Edens urtagarði. Hann verður lýstur sum „ormurin“, men hann var ikki bara eitt dýr. Seinasta bókin í Bíbliuni eyðmerkir hann og sigur, at tað er hann, sum „kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin“. Hann verður eisini nevndur ’hin gamli ormurin’. (1 Mósebók 3:1; Opinberingin 12:9) Hesin veldigi eingilin, ein ósjónligur andaskapningur, fór at tosa við Evu gjøgnum ein orm, nakað sum tá ein búktalari fær tað at ljóða, sum røddin kemur úr einari dukku. Sami andaskapningur var ivaleyst til staðar, tá Gud gjørdi jørðina til bústað hjá menniskjum. — Job 38:4, 7.

5 Men tá nú alt, sum Jehova hevur skapt, er fullkomið, hvør skapti so henda „djevul“, henda „Satan“? Í veruleikanum gjørdi ein veldigur andasonur hjá Gudi seg sjálvan til Djevulin. Hvussu bar tað til? Á sama hátt sum ein maður, ið fyrr hevur skikkað sær væl og verið ærligur, knappliga verður tjóvur. Hvussu verður hann tað? Hann hevur kanska latið eitt óhóskandi ynski ella eina illavorðna girnd mennast í sínum hjarta. Heldur hann fram at hugsa um tað, kann ynskið blíva ógvuliga sterkt. Og kemur møguleikin, ja, so fylgir hann kanska ynskinum og ger tað, sum hann ikki átti at gjørt. — Jákup 1:13-15.

6. Hvussu gjørdist ein veldigur andasonur hjá Gudi til Satan Djevulin?

6 Soleiðis gekst Satan ella Djevulinum. Hann hoyrdi helst Gud siga við Ádam og Evu, at tey skuldu fáa børn og fylla jørðina við sínum avkomi. (1 Mósebók 1:27, 28) Og tá hugsaði hann eftir øllum at døma: ’Øll hesi menniskjuni kundu jú tilbiðið meg í staðin fyri Gud!’ Satan læt eitt skeivt ynski vaksa í sínum hjarta. At enda slakaði hann fyri ynskinum og tøldi Evu við lygnum um Gud. (1 Mósebók 3:1-5) Soleiðis gjørdist hann ein „djevul“, tí orðið djevul merkir „útspillari“. Samstundis gjørdi hann seg sjálvan til „Satan“, sum merkir „andstøðingur“.

7. (a) Hví doyðu Ádam og Eva? (b) Hví eldast og doyggja allir eftirkomarar Ádams?

7 Við lygn og sviki fekk Satan Djevulin Ádam og Evu at vera Gudi ólýðin. (1 Mósebók 2:17; 3:6) Úrslitið varð, sum frá leið, at tey doyðu, soleiðis sum Gud hevði sagt. (1 Mósebók 3:17-19) Tá Ádam syndaði, bleiv hann ófullkomin, og tí fekk alt hansara avkom syndina í arv. (Rómbrævið 5:12) Hetta kann kanska samanberast við tað, ið hendir, tá vit baka breyð í einum formi. Hevur formurin eina buklu, hvussu verða so øll breyðini, sum vit baka í forminum? Tey fáa øll somu buklu, sama brek. Á sama hátt hava øll menniskju arvað eina ’buklu’, nevniliga ófullkomileikan, eftir Ádam. Tað er orsøkin til, at øll menniskju eldast og doyggja. — Rómbrævið 3:23.

8, 9. (a) Hvørjari avbjóðing kom Satan eftir øllum at døma fram við? (b) Hví beindi Gud ikki alt fyri eitt fyri teimum, sum gjørdu uppreistur?

8 Tá Satan fekk Ádam og Evu at synda, gjørdi hann í veruleikanum uppreistur ímóti Gudi. Hann fanst at harradøminum hjá Gudi. Óbeinleiðis segði hann: ’Gud er ein vánaligur stjórnarharri. Hann lýgur og noktar skapningum sínum alt møguligt gott. Menniskjunum tørvar ikki Guds harradømi. Tey kunnu sjálvi gera av, hvat ið er gott, og hvat ið er ilt. Tey høvdu havt tað betri undir mínum harradømi.’ Hvussu skuldi Gud svara eini slíkari avbjóðing? Summi halda, at Gud bara skuldi gjørt enda á teimum, sum gjørdu uppreistur. Men hevði tað svarað avbjóðingini, sum Satan kom við? Hevði tað prógvað, at Gud útinti harradømið á rættan hátt?

9 Fullkomna rættferðarkenslan hjá Jehova loyvdi honum ikki beinanvegin at gera enda á teimum uppreistrarhugaðu. Skuldi hann prógva, at Satan var ein lygnari og svara avbjóðingini frá honum, kravdi tað tíð. Tí gjørdi Gud av at lata menniskjuni ráða sær sjálvum eina tíð, meðan Satan gjørdi sína ávirkan galdandi. Hví Jehova tók hesa avgerð, og hví hann hevur latið tað taka so langa tíð at fáa spurningin avgjørdan, verður lýst í kapittul 11 her í bókini. Men longu nú áttu vit kanska at hugsað um hetta: Valdu Ádam og Eva rætt? Bóru tey seg rætt at, tá tey litu á Satan, sum ongantíð hevði gjørt teimum nakað gott? Var tað rætt av teimum at trúgva, at Jehova, sum hevði givið teimum alt, var ein harðhjartaður lygnari? Hvat hevði tú gjørt?

10. Hvussu vísa vit, at vit í sambandi við avbjóðingina, sum Satan kom við, eru í parti við Jehova?

10 Hetta eru spurningar, sum vit eiga at hugsa um, tí í dag standa vit øll somul fyri einum líknandi vali. Vit kunnu taka støðu fyri Jehova og á tann hátt vísa, at vit vilja hava hann at ráða yvir okkum. Gera vit tað, hjálpa vit honum at prógva, at Satan er ein lygnari. (Sálmur 73:28; Orðtøkini 27:11) Tíverri hava bert fá burtur úr øllum milliardunum av menniskjum á jørðini tikið ta støðuna. Hetta reisir ein týðandi spurning. Sigur Bíblian veruliga, at Satan stjórnar hesum heimi?

HVØR STJÓRNAR HESUM HEIMI?

Hvussu kundi Satan bjóða Jesusi øll ríki heimsins, um hann ikki átti tey?

11, 12. (a) Hvussu vísir ein av freistingunum, sum vórðu settar Jesusi, at Satan stjórnar hesum heimi? (b) Hvat prógvar annars, at Satan stjórnar hesum heimi?

11 Jesus ivaðist onga løtu í, at Satan stjórnar hesum heiminum. Einaferð vísti Satan honum á onkran undursaman hátt „øll ríki heimsins og dýrd teirra“. Síðani gav hann Jesusi lyftið: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“ (Matteus 4:8, 9; Lukas 4:5, 6) Hevði hetta tilboðið verið nøkur freisting fyri Jesus, um Satan ikki veruliga hevði ríkini í sínum valdi? Jesus noktaði ikki, at øll hesi verðsligu stjórnarveldini vóru í Satans hondum. Tað hevði hann uttan iva gjørt, um Satan ikki hevði ræði á teimum.

12 Jehova er sjálvandi Gud hin Alvaldi og tann, sum skapti alheimin í allari tign síni. (Opinberingin 4:11) Men hvørki Jehova Gud ella Jesus Kristus verða nakrastaðni í Bíbliuni nevndir „høvdingin yvir hesum heimi“. Harafturímóti var tað júst hesi orðini, Jesus brúkti um Satan Djevulin. (Jóhannes 12:31; 14:30; 16:11) Bíblian sigur enntá, at Satan er „gudurin hjá hesum heimi“. (2 Korintbræv 4:3, 4) Um henda andstøðing, ella Satan, skrivaði kristni ápostulin Jóhannes: „Allur heimurin liggur í valdi hins illa.“ — 1 Jóhannes 5:19, Ny Verden-Oversættelsen.

HVUSSU VERÐUR HEIMURIN HJÁ SATAN BURTURBEINDUR?

13. Hví er tørvur á einum nýggjum heimi?

13 Heimurin verður ár um ár vandamiklari at liva í. Hann er fullur av stríðandi herum, óærligum politikarum, hálum trúarleiðarum og forherðaðum brotsmonnum. Ja, sum heild stendur heiminum ikki til bata. Bíblian vísir, at tíðin er nær, tá Jehova í bardaga sínum á Harmageddon ger enda á hesum ónda heimi. Tað ruddar slóð fyri einum rættvísum nýggjum heimi. — Opinberingin 16:14-16.

14. Hvønn hevur Gud valt at ráða í sínum ríki, og hvussu varð tað fyriboðað?

14 Jehova Gud hevur valt Jesus Kristus til kong í sínum himmalska ríki. Bíblian boðaði langt síðani soleiðis frá: „Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur . . . Friðarhøvdingi. Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin.“ (Esaias 9:6, 7) Viðvíkjandi hesum harradøminum lærdi Jesus sínar lærisveinar at biðja: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:10) Sum vit seinni fáa greiðu á, fer Guds ríki skjótt at forkoma øllum ríkjum í hesum heimi og sjálvt taka ræði í teirra stað. (Dániel 2:44) Síðani skipar Guds ríki fyri einum paradísi á jørðini.

EIN NÝGGJUR HEIMUR ER NÆR

15. Hvat er ’nýggja jørðin’?

15 Bíblian gevur okkum hesa vissu: „Vit vænta eftir lyfti [Guds] nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.“ (2 Pætur 3:13; Esaias 65:17) Tá Bíblian nevnir „jørðina“, sipar hon viðhvørt til menniskjuni á jørðini. (1 Mósebók 11:1) Soleiðis er rættvísa ’nýggja jørðin’ tey menniskjuni, sum verða góðkend av Gudi.

16. Hvørja ómetaliga gávu gevur Gud teimum, sum hann góðkennir, og hvat mugu vit gera fyri at fáa gávuna?

16 Jesus lovaði, at tey, sum verða góðkend av Gudi, fáa „ævigt lív“ í komandi nýggja heiminum. (Markus 10:30) Í Jóhannes 3:16 og 17:3 sært tú, hvat vit sambært honum skulu gera fyri at fáa ævigt lív. Tey, sum vísa seg verdug at fáa hesa stórfingnu gávu, fáa stórar signingar í komandi paradísinum á jørðini. Latið okkum vita, hvat Bíblian sigur um tær signingarnar.

17, 18. Hvussu kunnu vit vera vís í, at friður og trygd skulu ráða í øllum Paradísinum?

17 Hvørki óndskapur, kríggj, brotsverk ella harðskapur eru til. „Hin gudleysi [er] ikki til . . . Men hini eyðmjúku arva landið.“ (Sálmur 37:10, 11) Friður valdar, tí ’Gud ger enda á kríggi um alla jørðina’. (Sálmur 46:10; Esaias 2:4) Tá skal „hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða, inntil mánin er ikki til longur“ — tað merkir í allar ævir! — Sálmur 72:7.

18 Tey, sum tilbiðja Jehova, liva trygg. So leingi sum ísraelsmenn í forðum aktaðu Gud, búðu teir tryggir. (3 Mósebók 25:18, 19) Sum tað verður gott at njóta slíka trygd í Paradísinum! — Esaias 32:18; Mika 4:4.

19. Hvussu vita vit, at ov mikið av mati verður at fáa í Guds nýggja heimi?

19 Einki matvørutrot. „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum,“ skrivaði sálmaskaldið. (Sálmur 72:16) Jehova signar tey rættvísu, og ’jørðin gevur grøði sína’. — Sálmur 67:6.

20. Hvussu kunnu vit vera vís í, at øll jørðin verður eitt paradís?

20 Øll jørðin verður eitt paradís. Vakrir bústaðir og urtagarðar koma til sjóndar á økjum, sum fyrr lógu oyðin av mannaávum. (Esaias 65:21-24; Opinberingin 11:18) Sum frá líður, víðkast tey dyrkaðu jarðarøkini, so allur knøtturin at enda verður líka vakur og fruktagóður, sum Edens urtagarður á sinni. Og Gud fer í allar ævir at ’lata hond sína upp og metta alt livandi við tí, sum tað ynskir sær’. — Sálmur 145:16.

21. Hvat vísir, at friður skal valda millum menniskju og dýr?

21 Friður millum menniskju og dýr. Húsdýr og vill dýr ganga á beiti saman. Sjálvt smábørn ræðast ikki dýr, sum nú á døgum kunnu vera vandamikil. — Esaias 11:6-9; 65:25.

22. Hvussu verður við allari sjúku?

22 Sjúka hvørvur. Jesus, sum stjórnar Guds ríki í himli, grøðir sjúkur í nógv størri mátistokki, enn tá hann var á jørðini. (Matteus 9:35; Markus 1:40-42; Jóhannes 5:5-9) Tá ’sigur eingin, sum býr har: „Eg eri sjúkur.“’ — Esaias 33:24; 35:5, 6.

23. Hví verður uppreisnin ein stór gleði?

23 Deyð rísa upp og fáa møguleika at liva í allar ævir. Øll, sum sova deyðans svøvn, og sum Gud goymir í minninum, rísa upp. Ja, „uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum“. — Ápostlasøgan 24:15; Jóhannes 5:28, 29.

24. Hvat heldur tú um møguleikan fyri at liva í einum paradísi á jørðini?

24 Tey, ið læra stóra Skapara okkara, Jehova Gud, at kenna og velja at tæna honum, hava eina undursama framtíð fyri sær. Tað var hetta komandi paradísið á jørðini, Jesus sipaði til, tá hann gav brotsmanninum, ið hekk undir liðini á honum, lyftið: „Tú [skalt] vera við Mær í Paradísi!“ (Lukas 23:43) Nú ræður um at læra meira um Jesus Kristus, tí tað er við honum, allar hesar signingarnar verða møguligar.