Far beinleiðis til innihaldið

Hvat merkir tað at ’æra faðir sín og móður sína’?

Hvat merkir tað at ’æra faðir sín og móður sína’?

Bíblian svarar

 Boðini „ær faðir tín og móður tína“ koma ofta fyri í Bíbliuni. (2. Mósebók 20:12; 5. Mósebók 5:16; Matteus 15:4; Efesusbrævið 6:2, 3) At halda hesi boðini fevnir um fýra týðandi øki.

  1.   Virðismet tey. Tú ærir faðir tín og móður tína, tá ið tú ert takksamur fyri alt tað, tey hava gjørt fyri teg. Tú kanst vísa tað við at lurta eftir ráðunum, tey geva tær. (Orðtøkini 7:1, 2; 23:26) Bíblian biður teg meta tíni foreldur sum eitt „prýði“, tað vil siga, at tú ert stoltur av teimum. – Orðtøkini 17:6.

  2.   Góðtak, at tey hava myndugleika. Serliga tá ið tú ert ungur, kanst tú æra foreldrini við at viðurkenna myndugleikan, tey hava fingið frá Gudi. Í Kolossebrævinum 3:20 verður sagt við ung: „Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!“ Jesus aktaði eisini síni foreldur, tá ið hann var ungur. – Lukas 2:51.

  3.   Vís teimum virðing. (3. Mósebók 19:3; Hebrearabrævið 12:9) Hetta er bæði galdandi fyri, hvat tú sigur, og hvussu tú sigur tað. Tað er satt, at nøkur foreldur til tíðir kunnu gera tað torført hjá børnunum at vísa teimum virðing. Eisini í slíkum førum kunnu børnini virða foreldrini við hvørki at vera óforskammað í talu ella gerðum. (Orðtøkini 30:17) Bíblian lærir, at tað er sera álvarsamt at tosa ljótt um faðir sín og móður sína. – Matteus 15:4.

  4.   Tak tær av teimum. Tá ið foreldrini eldast, fáa tey kanska tørv á hjálp. Tú kanst æra tey við at royna at syrgja fyri, at tey hava tað, sum tey hava brúk fyri. (1. Timoteusarbræv 5:4, 8) Stutt áðrenn Jesus doyði, syrgdi hann til dømis fyri, at onkur tók sær av mammu hansara. – Jóhannes 19:25-27.

Misskiljingar um at æra faðir sín og móður sína

 Misskiljing: Fyri at æra faðir og móður mást tú lata tey stýra tínum hjúnabandi.

 Sannroynd: Bíblian lærir, at hjúnafelagin má koma fram um onnur í familjuni. Í 1. Mósebók 2:24 stendur: ’Maðurin fer frá faðir og móður og heldur seg til konu sína.’ (Matteus 19:4, 5) Sjálvandi kann tað gagna hjúnum at taka ímóti ráðum frá foreldrum ella verforeldrum. (Orðtøkini 23:22) Men tað er í lagi, um eini hjún velja at seta mark fyri, hvussu nógv familjan kann blanda seg uppí. – Matteus 19:6.

 Misskiljing: Foreldrini hjá tær hava størsta myndugleikan.

 Sannroynd: Hóast Gud hevur givið foreldrum myndugleika í familjuni, er myndugleikin hjá menniskjum altíð avmarkaður – hann fer ongantíð upp um Guds myndugleika. Tá ið ein dómstólur gav lærisveinunum hjá Jesusi boð um at ganga ímóti Guds boðum, søgdu teir: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju.“ (Ápostlasøgan 5:27-29) Á sama hátt eiga børn at ’akta foreldur síni í Harranum’, tað vil siga í øllum, sum ikki stríðir ímóti Guds lógum. – Efesusbrævið 6:1.

 Misskiljing: Fyri at æra faðir og móður mást tú hava somu trúgv sum tey.

 Sannroynd: Bíblian eggjar okkum til at kanna tað, sum onnur læra okkum, fyri at vita, um tað er satt. (Ápostlasøgan 17:11; 1. Jóhannesarbræv 4:1) Ein, sum ger tað, velur kanska við tíðini eina aðra trúgv enn ta hjá foreldrunum. Bíblian nevnir fleiri trúfastar tænarar hjá Gudi, sum ikki hildu fast við trúnna hjá foreldrunum, harímillum Ábraham, Rutt og Paulus ápostul. – Josva 24:2, 14, 15; Rutt 1:15, 16; Galatiabrævið 1:14-16, 22-24.

 Misskiljing: Fyri at æra faðir og móður mást tú taka lut í forfedradyrkan.

 Sannroynd: Bíblian sigur: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ (Lukas 4:8) Ein, ið tilbiður sínar forfedrar, ger nakað, sum Gudi ikki dámar. Haraftrat lærir Bíblian, at „hini deyðu vita einki“. Tey vita ikki, at nakar ærir tey, og tey kunnu hvørki hjálpa ella skaða tey livandi. – Prædikarin 9:5, 10; Esaias 8:19.